Kvæðasavn

Jøkils kvæði

Uppskrift: FK 69.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

(I)

1. Gevið ljóð og lýðið á,
meðan eg fari at kvøða
um tann sterka avrekskappa
Jøkil, sonur Búa.

2. Jøkil steig úr síni song
morgun ein so snimma,
klæðist skjótt og loypur á dyr
Úlv stýrimann at finna.

3. »Hoyr tú, Úlvur stýrimaður,
hvat er nú best at gera,
lítið vil faðir mín unna mær,
meg lystir ei heima at vera?«

4. Úlvur so til orða tók:
»Eg sigi tær fyri sonnum,
bú til ferð og legst í hav,
tað sámir Íslandsmonnum.

5. Gitið er frá, at Íslands kappar
lógu ikki altíð í runni,
teir fóru út í onnur lond,
og sømdarverk teir vunnu.«

6. »Hoyr tú, Úlvur, vinur mín,
tað sigi eg tær til,
tú skalt vera mín stýrimaður
og halda, hvar eg vil!«

7. Fóru so til Oyrarbakka,
settu knørr í hav,
teir vóru komnir skamt á leið,
tá ið tað myrkti av.

8. Mjørki legðist á sjógvin niður,
ikki lætti av,
rókust úti summarið alt
og viltust vestur í hav.

9. Tá ið tað leið mót veturnáttum,
rætta heystins tíð,
veður kom við stormi og frosti,
gjørdi kavaríð.

10. Dreingir máttu í eystri standa
bæði dag og nátt,
hvør sum kemur í tílíka neyð,
hann sigur ei av tí gott.

11. Báran brýtur um víðan sjó,
tað rýkur á hvørji vág,
Jøkil ein við eystrið stóð,
tí hinir góvust frá.

12. Jøkil stendur í eystrinum
og oysir av lív og deyð,
tíggju dagar og tríati
var hann í teirri neyð.

13. Drivu tá undan bylgjuni,
sóu eitt sker fyri stavn,
eingin uttan neyðarmaður
søkir tílíka havn.

14. Løgdu inn at skerinum,
lítil var lívsvón,
góðsið týndist niður í kav,
og skútan fór í spón.

15. Jøkil og Úlvur komust á sker
í teirri ódnarflóð,
nakrir sveinar bjargaðust,
og summir týndust í sjó.

16. Flestir vóru at deyða komnir,
Jøkil væl seg ber:
»Hoyr tú, Úlvur stýrimaður,
skulum vær doyggja her?«

17. »Nei,« segði Úlvur, »Jøkil mín,
tú fert at ráða meiri,
góð man vera tín fyrisjón
fyri meg og aðrar fleiri.«

18. Jøkil lagdist inn á sund,
ætlar at svimja til landa,
har var brim og áføll stór,
hann tóktist komin í vanda.

19. Jøkil kavaði seg til lands -
sí tann raska svein! -
vátur hann var og tussaður,
tað frysti um hann sum bein.

20. Reikaði hann við sjónum fram,
so kaldur komin av hav,
hitti á ein gamlan skála,
lykilin groyptur í stav.

21. Jøkil skjýtur loku frá,
trivlar í myrkri fram,
tekur skíð og leggur á eld,
so bjart í skála brann.

22. Jøkil hugsar nú við sær:
»Tó gott var her at verið,
illa man tað mælast um,
eg skiltist við menn í skeri.«

23. Snýr hann út í ríðina,
tað var alt í senn,
legst á sund í skerið út
og finnur sínar menn.

24. Hann fann teir í ringum lag,
tó var Úlvur fittur,
átta vóru stirdir,
men átjan livdu eftir.

25. Jøkil talar til sínar menn:
»Ætlið tær her at vera?«
Úlvur svarar: »Vit troysta á,
tað besta manst tú gera.«

26. Jøkil legst úr skerinum,
flutti Úlv til landa,
helt ikki upp, fyrr enn sveinar allir
komu á turt at standa.

27. Fóru so til skálan heim
við so lítlum kæti,
kveiktu eld og restust væl,
men búkurin vantaði æti.

28. Jøkil so til orða tók:
»Fallið ikki í fátt!
Hvør av sveinum tykist fús
at vakja her í nátt?«

29. Úlvur mælti: »Reystleikin
man nú hjá flestum skorta,
vilt tú, Jøkil, eg vakja skal,
eg líti mær best at orka.«

30. »Nei,« segði Jøkil, »eg vakja skal,«
- so er í søgu sagt -
allir løgdust niður til svøvns,
men Jøkil ein helt vakt.

31. Gluggaluft á himni stóð,
lítið mánin sá,
ymist flókum fyri dró,
og ymist drógu frá.

32. Jøkil reikar niður til sjó
og síðan fram á sand,
hann sær nógv av góðsinum
rikið har á land.

33. Tóktist Jøkli gjølla sjá
tvey eftir sandinum fara,
dragsa saman rekagóðsið,
sum tú leggur upp tara.

34. Hoyrdi hann teirra samantal,
Gnípa tók til sín:
»Hvør fór har eftir sandinum?«
»Eg veit tað ei,« segði hin.

35. »Hoyr tú, sæla systir Geit,
er mær um tað vón,
her er komin ein avrekskappi,
Jøkil Búason!

36. Mikil gongur fregn og frægd
av reysti hans og mátti,
var so betur og sælari,
sum slíkan kappa átti.

37. Førum os til móts við hann
og bjóðið kostir tvinnar,
binda aðra við ástarband
ella lívið av honum vinna!«

38. Gingu tær fram, sum Jøkil stóð,
við tí mesta kæti,
stigu stórum, ginaðu langt,
tað var ikki kvinnulæti.

39. Tær vóru heldur stórskornar,
nevið langt til vissa,
vørrin niður á bringu hekk,
tað var ikki dámt at kyssa.

40. Tær vóru skrýddar í skinnstakki,
niður stóð á tá,
váshettan á herðum hekk,
ljótligt var at sjá.

41. Tá ið Jøkil hetta sá,
svørð úr slíðrum dró,
Geitu tað um hálsin legði,
høvur frá buli hjó.

42. Gnípa sá tað ódnarhøgg
og Geitu í blóði flóta,
ræður á Jøkil og glímist fast,
hon helt ikki megið tróta.

43. Syftust bæði títt og hart,
Gnípa væl seg stóð,
Jøkils klæði skrædnaðu,
og holdið fleyt við blóð.

44. Jøkil hugsar nú við sær:
»Hetta dregur leingi,
tað verður skomm óbótalig,
um píka basir dreingi.«

45. Hugsaði tá um gomul snið,
leysumjødn henni brá,
høvdið fyrst til jarðar fell
og búkurin aftaná.

46. Gnípa leit mót Jøkli upp,
mælti við miklum trá:
»Njót nú fallið, kallmaður,
og vita, hvat tú má!«

47. »Tú má ikki, trøllkona,
hugsa um hetta her,
fyrr skalt tú, sum systir tín,
fara ta somu ferð.«

48. Gnípa tá til orða tók:
»Lívið lat meg njóta,
eg skal tínum liði veita
alt, hvat teim man tróta!«

49. Jøkil játtaði Gnípu bøn,
meðan hon var í vanda,
bað hana halda trygdarorð
og síðan upp at standa.

50. Gnípa mælti av tungum treyt:
»Geit var árini tólv,
tá ið tú hana til jarðar legði,
ellivu var eg sjálv.

51. Hoyr tú, Jøkil vinur mín,
enn býst meiri vandi,
tú ert komin í óbygdir
norður í Grønlandi!

52. Tær eruð komnir í óbygdir
og inn á fjørðin langa,
faðir míns helli er skamt herfrá,
og bein er leiðin at ganga.

53. Kallurin eitur Surtur,
gamal og bogin av elli,
Syrpa nevnist móðir mín,
tey búgva saman í helli.

54. Sámur og Sniðil elstu garpar,
aldir upp í fjøllum,
Eitil er mín yngsti bróðir,
verstur er hann av øllum.

55. Yngsti alvi eri eg sjálv,
brøðurnir vilja ráða,
teir vilja meg frá arvi stoyta,
eg skal einki fáa.«

56. Gnípa tekur í Jøkils hond,
heilsar góðum dreingi:
»Vær skulu skiljast nú um sinn
og vera tó vinir leingi.«

57. Jøkil heim í skálan fór
at finna sínar menn,
nú er fyrsti táttur úti,
nógv er eftir enn.

(II)

58. Táttur ein til enda er komin,
kvæðið varir longur,
nú skal taka upp annan tátt,
hoyrið nú, hvussu gongur!

59. Jøkil snúðist í skálan inn,
hann festir hurð í klova,
Úlvur sprakk úr rekkju fram,
hann kundi ikki longur sova.

60. Úlvur fram á gólvið leyp,
frægasti var blant sveinar,
Jøkil sigur tíðindi,
sum best hann kundi greina.

61. Jøkil talar til stýrimann,
sum næstur hjá honum sat:
»Førum okkur av skála út
og søkið os um mat!«

62. Gingu út um skáladyr
við so tungum ekka,
sóu undir veggin borið
nógvan kost og drekka.

63. Snúðust teir í skálan aftur,
fingu sær góðan bita;
Jøkil mælir í fyrsta orð:
»Nú er ikki longur at sita.

64. Úlvur skal mær á jøklum fylgja,
frægastur man hann vera,
sveinar skulu góðsið samla,
heim til skálan bera.«

65. Gingu eftir fjøllunum
eina lítla tíð,
har kom Gnípa sveimandi,
hon var so findarblíð.

66. Gnípa tekur í Jøkils hond:
»Sig mær fyri sonnum,
hvar ætlar tú at reika um
burt frá tínum monnum?«

67. Jøkil so til orða tók:
»Eg líti upp á teg,
eg skal í tín faðirs helli,
Gnípa, vís mær veg!«

68. Tóku tey sínar rásirnar
eftir gróti og velli,
ikki vildi Gnípa standsa
fyrr enn við Surturs helli.

69. »Greint skal eg tær, Jøkil, siga,
hjónini eru eina,
brøðurnir eru í veiðiferð,
tú finnur teir ikki heima.

70. Sámur, Sniðil og Eitil eru
skála tín at gesta,
ætla at rána góðsið burtur,
drepa menn sum mesta.

71. Teir vilja rána skála tín
og drepa tínar menn,
eg havi roynt at hjálpa tær,
og so fer at vera enn.«

72. Gnípa fór til skálan heim,
siglumenn at verja,
Jøkil talar til stýrimann:
»Vær skulum í hellið herja!«

73. Gingu inn um hellisdyr,
myrkt var tá av kvøldi,
sóu tríggjar flagdkonur
sita har hjá eldi.

74. Teir sóu hesar trøllkonur
grúgvuni sita hjá,
stóran ketil yvir krøktan,
eldur á brondum lá.

75. Jøkli bilar ikki mót,
reiðir svørði hátt,
sníður einari høvdið frá,
tað feyk í stóra pott.

76. Tvær av teim, sum inni vóru,
lupu av palli upp,
Úlvur aðra við spjóti legði
ígjøgnum hennara hupp.

77. Úlvur aðra við spjóti skeyt,
so langt stóð út um belt,
triðja leyp á Jøkil fast
og mundi hann nærum felt.

78. Tókust á og glímdu fast,
og leingi um hellið tveita,
hvørt vildi annað á eldin føra,
bráðan bana veita.

79. Syftust bæði hart og títt
og innar at eldi rása,
møðast tók tá trøllkonan
og býður til at blása.

80. Tá ið Jøkil hetta sá,
hondina at sær kipti,
loypur undir flagdina
og yvir høvdið syfti.

81. Tað var Jøkil avrekskappi,
so gjørdi hann við hana,
eftir høvdi í ketilin setti,
heitan fekk hon bana.

82. Reika teir um hellið inn
og hildu einki skrál,
tóktust í einum øðrum helli
hoyra mannamál.

83. Tá ið menninir hetta hoyrdu,
tóktust teir gjølla vita,
har mundi kallur og kelling vera,
hjónini inni sita.

84. Surtur so til orða tekur:
»Gamla Syrpa mín,
nú leingist mær eftir synunum
at koma heim til tín!«

85. Syrpa mælir aftur ímót:
»Gamli kallur Surtur,
hvar eru dreingirnir uttanhýsis?
Hevur tú sent teir burtur?«

86. »Eg sendi mínar tríggjar dreingir,
Sniðil, Eitil og Sám,
at vega Jøkil og hansara menn
og leggja á góðsið nám.

87. Tó haldi eg í minsta lag
bøtur lagdar á,
fyri okkara døtur tvær,
sum kappin Jøkil vá.«

88. »Sannheit sigur tú, gamli kallur,
tóast tú ert ein nølur,
førum út mót synunum,
og vita hvat teim dvølur!«

89. Surtur leyp í hellið fram
og Syrpa aftaná,
Jøkil tekur sín slíðraknív,
tá ið hann hetta sá.

90. Jøkil reiddi svørði hátt,
ætlaði Surti meinið,
høggið kom á albogan
og sundur tók at beini.

91. Surtur gav so stórt eitt róp,
leyp mót Jøkli fram,
ráddust á og glímdust leingi,
hvørgin sigur vann.

92. Tveitti hann Jøkil upp og niður,
gamli Surtur kall,
tó var kappin liðmjúkur,
hann fekk hann ikki á fall.

93. Bardust enn í hellinum,
hvørgin sigur fekk,
møðast tók tá kallurin,
tí blóðið frá honum gekk.

94. Jøkil hugsar nú við sær:
»Tú skalt við brøgdum fara.«
Kastaði fyri kallin fót
og feldi hann so til jarðar.

95. Trívur kall í kjálkafillur,
ætlar nú at skunda,
snaraði høvdið av knóranum,
sum tú kippir lunda.

96. Stendur hann upp frá kiptum kalli,
nú er til Úlvs at fara,
sær hann tá, at Syrpa kelling
hevur hann felt til jarðar.

97. Leggur hon seg at knúska hann
og dygt við knøum sparka,
grípur niður í vangarnar
og ætlar at bíta barka.

98. Jøkil leyp so fimliga,
hann óttaðist hetta tak,
hann kom eftir knøunum
niður á kellingsbak.

99. Tekur undir Syrpu kjálkar
við sínum báðum hondum,
knøini í ryggin setti,
tá fór maður við óndum.

100. Tað var Jøkil Búason,
hann læt ikki harvið verða,
bendi høvdið aftur á bak
ímillum Syrpu herðar.

101. Tað var Syrpu síðsta mein,
væna kalsins vív,
svírin brast um vøluna,
og tá læt hon sítt lív.

102. Jøkil tekur í stýrimann
og reisir hann upp á fót:
»Hevði tú fingið barkatakið,
ei hevði staðið til bót.«

103. Tóku gull og góðar gripir,
sum mest teir kundu vinna,
snúa síðan heim á leið
sínar menn at finna.

104. Gingu eftir vegnum fram
bæði glaðir og kátir,
hoyra nú hark og hároysti
og stóran skellilátur.

105. Sóu nú tríggjar ungar menn
móti sær at renna,
hildu tað vera Surturs synir,
ei var gløgt at kenna.

106. Jøkil leyp á teirra fund,
áðrenn teim tað vardi,
klývur Sám í akslir niður,
deyðiliga særdi.

107. Úlvur tekur spjót í hond,
vildi ikki undan fara,
Sniðil gjøgnum svíran legði,
feldi hann so til jarðar.

108. Eitil sá sínar vænu brøður
niður til jarðar níga,
búddist tá við bitrum skólmi
ein mót tveim at stríða.

109. Eitil reiddi svørði hátt,
móti Jøkli hjó,
høggið kom í lærið hans,
so út dreiv mikið blóð.

110. Úlvur tá til hjálpar kom,
hildu nú báðir saman,
søktu tá mót Eitli fast,
tað var ikki barnagaman.

111. Eitil vardist dreingiliga,
veitti sár við knívi,
bardist eina góða stund,
og mátti tó lata lívið.

112. Jøkil og Úlvur settust niður,
móðir og ikki heilir,
tá kom Gnípa gangandi
og spurdi, hvat teim feilar.

113. Jøkil svarar: »Lítið er vert
her um sinn at mæla.« -
Fylgdu Gnípu til skálan heim
og tóku tá til at tala.

114. Taldu teir henni gjølla frá,
hvat teir høvdu útrættað,
Gnípa lavir oyrum niður,
tykir tað tungt at frætta.

115. »Dripið høvdu mínir brøður
tínar menn við knívi,
hevði eg ikki hjálpið teim
og bjargað teirra lívi.

116. Seks av teimum deyðir eru,
tólv eru eftir enn,
fulliliga hevur tú hevnt,
Jøkil, tínar menn.

117. Tú kanst við tær sjálvum vita,
tungt var meg at henda,
um enn tað var ikki slíkt sum tað
foreldra skaði og frænda.

118. Tó veit eg tað, Jøkil mín,
tú verður mær til vilja,
væl manst tú mær slíkan skaða
bøta, áðrenn vit skilja.«

119. Jøkil játtaði Gnípu tað,
lovaði fullar bøtur,
bindur um sár hjá sínum monnum,
snarliga vóru teir grøddir.

120. Gnípa hjálpti tað hon kundi,
snarliga sárum grøddi,
einki skortaði Jøkils monnum,
hvat teir neyðugt høvdu.

121. Gnípa býr í skálanum,
Jøkil og hansara menn;
annar táttur úti er,
og nakað er eftir enn.

(III)

122. Táttir tveir til enda eru,
kvæðið verður longur,
nú skal taka upp triðja tátt,
hoyrið nú, hvøssu gongur!

123. Nakrar dagar fyri jól
tá var Gnípa horvin,
eingin maður vita kundi,
hvar hon var burtur hvorvin.

124. Eingin visti, hvar Gnípa var
haðan burtur skotin,
hvørt hon var á sjógv ella landi,
sokkin ella flotin.

125. Atfangakvøldið fyri jól
var Jøkil úti av vana,
hann sær tá, hvar Gnípa gongur,
gleðist at síggja hana.

126. Hon heilsar honum vinliga,
sum vinir kunnu best,
hann spyr hana tíðindi,
hon sigur frá sum mest.

127. »Hoyr tú, Gnípa, vinkona,
hvar hevur tú drálað,
tú hevur ikki leingi verið
heima í mínum skála?«

128. »Víða havi eg sveimað um
yvir tindar og skarð,
eg eri boðin til jólaveitslu,
eg vildi, tú komst við mær.«

129. »Eg vil ikki, vinkona,
vera tær til bága,
sum tú sigur, so skal vera,
eina skalt tú ráða.

130. Hvør man hava boðið tær,
og hvør man hava teg rópað,
meðan tú hevur so vítt um fjøll
í villum mørkum grópað?«

131. »Skrámur hevur boðið mær,
sum mikið er at at skottast,
allir jatnir ræðast hann
og mugu fyri honum óttast.

132. Eg eri boðin av kongi tann,
sum óbygdum hevur at ráða,
Grímur heitur hansara son,
sum moyggjarnar vilja fáa.

133. Grímur heitur hansara son,
fríður er hann og fagur,
aldri hevur í óbygdum
verið tílíkur maður.

134. Best mundi tú, Jøkil mín,
mær til handar gingið,
kundi eg við tínari hjálp
hann til ognar fingið.«

135. Jøkil játtaði tað at gera,
ongan ómak spara,
læt ikki tíðina renna burt
og beyð sær til at svara.

136. Bjóst tá til ferðar snart
Jøkil og Gnípa vættur,
sprungu yvir áir og gil,
so hvørt legði annað eftir.

137. Djúpar vóru kavafannir,
Gnípa spor í legði,
tá var komin svarta nátt,
og myrkt var fyri eygum.

138. Jøkil fylgdi aftaná,
Gnípa greiddi gøtur,
gjørdi hon tó longri gin
og ótættari føtur.

139. Myrk var nátt og djúpur kavi,
ikki var týdlig breyt,
gingu so inn mót trøllabotni,
inntil fjørður treyt.

140. Upp mót homrum og brøttum bjørgum.
hildu tey sína ferð,
Gnípa valdi gøtuna,
har sum sniðið er.

141. Gingu so upp mót høgum bjørgum
yvir homrum og vørðum,
sóu nøkur helli stór
undir fjallaskørðum.

142. »Her er helli Skrámin kongs,
her inn skulum vær ganga,
hann hevur boðið higar til sín
jatnir og flagdir mangar.

143. Hann hevur boðið í hellið inn
- vilt tú mær tað trúgva? -
teimum, sum í óbygdum
inni í hellum búgva.

144. Tussum hevur hann higar boðið,
manga flagdarvív,
fáa tey til at síggja teg,
tey taka teg av lív.

145. Tey munnu vilja drepa teg,
fáa tey teg at síggja,
missur er í slíkum manni,
ov góður ert tú at doyggja.

146. Her er nú eitt fingurgull,
sum eg vil geva tær,
dregur tú tað á tína hond,
eingin teg tá sær.

147. Tá ið tú tann reyða ring
setir á fingur tín,
tá kann eingin síggja teg,
Jøkil, søti mín.«

148. Setir hann ring á fingurin,
takkaði gávu nýggja,
gekk so inn um hellisdyr
teir bjargbúar at síggja.

149. Ógvuligt var at líta á
inni í kongins høll,
allir pallar, borð og beinkir
skipaðir vóru við trøll.

150. Jøkil fylgdi Gnípu eftir,
tá hon gekk til hallar,
heilsaðu henni jatnirnir
og flagdarkonur allar.

151. Heilsaði henni Skrámur kongur,
letur so orðum greina:
»Vilt tú fyri borði tjena,
ganga her um beina?«

152. Gnípa játtaði tað at gera,
væl man halda orð,
tók so til at ambæta
og bera mat á borð.

153. Hon bar inn tað besta øl,
hartil kjøt av djórum,
tóku til matar jatnirnir,
teir drukku og slúkaðu stórum.

154. Holvdu at botni stórum skálum;
tá ið nakað leið,
vóru teir allir druknir skjótt,
tí vínið á teir seig.

155. Ilskast tók tá jatnunum,
drekka gav teim mót,
ræður hvør mót øðrum hart,
teir brúktu hond og fót.

156. Uppleyp var í óbygdamonnum,
hvør í annan roytir,
nasasløg og vangatak,
hart mót hørðum stoytir.

157. Nevapust og hárruskingar
hvør mót øðrum sendi,
rumbul er í hellinum,
tað verður ringur endi.

158. Tá ið Jøkil hetta sá,
tekur hann til sín mót,
loypur inn í trongdina
og høggur fyri fót.

159. Jøkil stendur á hallargólvi,
brúkar hvassa stál,
hvør um tvøran annan fell,
nú gerst meiri skrál.

160. Eingin kundi Jøkil síggja,
nú gekk eftir vild,
bular og høvd á gólvið fúka,
hvør gav øðrum skyld.

161. Jøkil brúkar svørð sum mest,
eingin sær hann við eyga,
loypur nú hvør mót øðrum hart,
og rótar og slær til deyða.

162. Bardust inni í hellinum,
fullu deyðir til vallar,
inntil alt hevði lívið látið,
bæði konur og kallar.

163. Alt læt lív, sum inni var,
bæði kallar og konur,
uttan gamli Skrámur kongur
og Grímur, hansara sonur.

164. Eftir sat í hásæti
Skrámur kongur væni,
Jøkil legði spjót í hann,
og tað var hansara bani.

165. Fell hann har á gólvið fram,
gjørdi mikið dundur,
Grímur tað við eygum sær
og tykir størsta undur.

166. Grímur sá sín faðir falla,
snarliga lívið láta,
ongan annan inni sær,
hann undrast yvirmáta.

167. Støkkur á føtur fimliga,
títt í klingur vendir,
sópar greipur innan um høll
og strekkir út báðar hendur.

168. Jøkil tykir mesta gaman,
meðan Grímur gongur,
dregur av sítt fingurgull
og vil ikki loynast longur.

169. Dró hann av sítt fingurgull,
vildi ikki longur bíða,
Grímur hann við eygum sá
og leyp á hann at stríða.

170. Tóku tá til at glíma fast
og ongar brøgdir spara,
brúktu knep og snildan list
at fella hvønn annan til jarðar.

171. Syftust bæði títt og hart,
harður kampur var,
tá gekk alt í stykki sundur,
móti teimum bar.

172. Hart stóð stríð í hellinum,
leingi hevði varað,
tað var Jøkil avrekskappi,
feldi Grím til jarðar.

173. Gnípa gleðist í hjartanum,
tá hon hetta sær,
skellir hon við hvítum tonnum
yvir seg og lær.

174. »Væl hjálpti nú gáva mín,
fingurgullið bjart,
tú fekst ein at glíma móti,
hinir fullu snart.

175. Betur gjørdi fingurgullið,
tað sum eg tær gav,
kom í huga, Jøkil mín,
hvat tú lovaði mær!«

176. Jøkil sigur: »So skal vera,«
talar Grími til:
»Bjóða skal eg kostir tveir,
kjós nú, hvønn tú vil!

177. Vilt tú Gnípu vinkonu
kjósa tær til vív,
hon man vilja girnast teg,
so skalt tú njóta lív.

178. Sjálvur skalt tú kongur vera,
yvir óbygdum ráða,
eftir sæla faðir tín
allan arvin fáa.

179. Vilt tú ikki Gnípu unnast,
vera við henni kongur,
skal eg geva tær banasár,
tú skalt ikki liva longur.«

180. Grímur so til orða tekur,
býður til at rósa:
»Kostir eru ójavnir,
gott er um at kjósa.

181. Eg vil tína vinkonu
kjósa mær til vív,
ongum øðrum trúnna lova,
lat meg njóta lív!«

182. Reisti hann Grím á føtur upp,
læt hann lívið njóta,
gongur síðan reikandi
víða um høll at góta.

183. Sveimaðu tey í hvørjum króki,
víða um seg hyggja,
sóu nakað gull og silvur
inni í helli liggja.

184. Klæði vøn og dýrar gripir
sóu tey inni har,
Jøkil kannar Gnípu alt,
um enn so meiri var.

185. Jøkil reikar í avhelli,
tykist verða var,
tvey vóru menniskju, illa hildin,
innanfyri har.

186. Tey vóru føst við jarnleinkjum,
niður at stóli knýtt,
tóast tey vóru følin og bleik,
andlitið høvdu tey frítt.

187. Jøkil snúðist í hellið inn
fram mót teim at leita,
tekur tá til orða so:
»Hvussu munnu tær heita?«

188. »Hvítserk skalt tú nevna meg,
sonur Soldan kong,
Marsibilla er systir mín,
vær sita í leinkjum trong.

189. Vær høvum her í fongsli sitið
vetrar fimm og vár,
fimtan heitur aldur mín,
og hon er átjan ár.

190. Skrámur hevur osum stolið
heiman frá faðir mínum,
hann hevur ætlað systur míni
Grími, syni sínum.

191. Voldið hevur tað systir mín,
at eg mundi lívið fáa,
boðaði hon teim feðgunum,
at nornir høvdu spáað.

192. Um enn teir skuldu dripið meg,
segði hon teimum tað,
sjálv mátti hon tá lívið látið
í tann sama stað.

193. Hevði Skrámur vitað av tær,
tú hevði ikki livað meiri,
hann mundi teg í pottin koyrt,
sum hann hevur gjørt við fleiri.«

194. »Einki er vert at ræðast hann
og óttast nakran vanda,
deyður er hann og hýski alt,
Grím læt eg upp standa.«

195. Tá ið tey fingu tað at frætta,
vóru tey glað og fró,
Hvítserkur til orða tekur:
»Slíkt eru tíðindi góð.

196. Góð eru hesi tíðindi,
nú er alt í náðum,
manst tú vilja geva mær lív,
og systur míni, báðum.«

197. Jøkil sigur: »So skal vera,
livið nú uttan ekka!« -
loysti tey av leinkjunum
og gav teim vín at drekka.

198. Tey vóru har í tríggjar nætur,
vildu ikki longur drála,
búðust tá við Jøkili
heim til gamla skála.

199. Góvu tey Jøkli góðar gripir
Grímur og Gnípa bæði,
tavlið vænt og kongaskrúð,
so sigist í hesum kvæði.

200. Svørð var tann hin triði gripur,
Jøkil frá teim fekk,
bar tað alla ævina,
tá hann í hernað gekk.

201. Buðu hvørt øðrum góða nátt
bæði við gleði og gleim,
Grímur og Gnípa eftir vóru,
hini fóru heim.

202. Gingu so frá helli Skráms,
skundaðu sær sum mest,
tá ið teir komu til skálan heim,
tá var teim fagnað best.

203. Leið so fram á veturin,
har vóru ei tíðindi fleiri;
triði táttur úti er,
og enn er eftir meiri.

(IV)

204. Tríggir táttar eru til enda,
kvæðið verður longur,
nú skal taka upp fjórða tátt,
hoyrið nú, hvussu gongur!

205. Tað var ein fyrsta summarsdag,
um eg rætt kann minna,
Grímur og Gnípa til skálan komu
Jøkil til at finna.

206. Heilsaðu bæði Jøkili,
vóru glað og fró,
Grímur so til orða tekur:
»Fylg mær niður til sjó!«

207. Fylgdi hann teim til strandar oman,
leit so upp at hyggja,
sá eitt skip við rá og reiði
úti á sjónum liggja.

208. »Bátur er her, vær geva tær,
vær kunnum ei geva betur,
eg og Gnípa, vinkona tín,
hava bart hann saman í vetur.«

209. Jøkil svarar: »Aftur ímót
gevi eg Gnípu og tær
góðsið í hennara faðirs helli,
um enn tað meiri var.«

210. Grímur og Gnípa avskeð tóku,
Jøkil býst til ferðar:
»Vær munnum skiljast nú um sinn
og tó altíð vinir vera.«

211. Bað hann menninar reiða seg til,
tá ið byrur gav,
stigu teir inn um skipaborð
og løgdu so út í hav.

212. Jøkil so til orða tekur:
»Hvar skal ferðin standa?«
Hvítserkur svarar:»Ráddi eg,
so hildu vær til Serklanda.«

213. Jøkil svarar: »So skal vera,
stýr sum best tú kann!«
Hildu so beina leiðina,
teir komu við Serkland.

214. Løgdu inn í havnina
uttan treyt og sorg,
lótu síni akker falla
fyri Soldans borg.

215. Tá ið kongurin frætti av,
hvør har var komin til landa,
snýst hann brátt av høllini út
og reið so niður til strandar.

216. Hvítserkur og Marsibilla
gingu mót Soldan kongi,
møttust nú við gleði og gleim,
sum skild høvdu verið leingi.

217. Kongurin beyð Jøkli heim,
har mundi einki tróta,
bað hann koma við sínum monnum
veitsluna at njóta.

218. Leiddi hann teir til hallar heim,
nú var hann loystur av ekka,
settust niður í hásæti
so glaðir og kátir at drekka.

219. Næst hjá sær í hásæti
kongurin Jøkil valdi,
greint frá hansara avreksverkum
Hvítserkur fortaldi.

220. Kongur undrast og líkist á,
tað sigi eg fyri sonnum,
Jøkil er ein avrekskappi,
hann ber av ungum monnum.

221. Nú var mikil gleði og gleim
har í høllini vent,
dumminerað var og drukkið
priment og klarent.

222. Tá var gleði í høllini,
teir brúktu sangarverkið,
trummudundur og harpusløg,
basúnarklangurin sterki.

223. Tá ið teir høvdu í veitslu sitið
hálvan annan dag,
bar upp Jøkil bønarorð
og kongins dóttur bað.

224. Kongurin gav honum svarið so
- ei var at forskjóta -:
»Best manst tú av øllum vera
verdur hana at njóta.«

225. Var hetta nú av ráði gjørt
og bundin brúðarkrans,
moyin varð leidd í hallina
bæði við sang og dans.

226. Tóku teir nú at bjóða inn
og fólkið saman at leita,
við so mikin gleði og gleim,
sum verøldin kundi veita.

227. Vóru nú hørpur og saltarir,
urgur og bumbur bardar,
symfoni og gígurnar
vóru ikki spardar.

228. Tá var veitslan afturnýggjað,
kongurin einki spardi,
drukku, dansaðu glaðir og kátir,
hálvan mánað vardi.

229. Tá ið veitslan enda fekk,
fóru teir heim við náðum,
allir vórðu loystir út
við sømiligum gávum.

230. Kongurin gav síni dóttur
Serkland hálvt at stýra,
Jøkil hann gav Hvítserki
mangar gripir dýrar.

231. Jøkil hann gav svágri sínum,
- sigist í hesum rími -
tavlið vænt og kongaskrúðið,
tað hann fekk frá Grími.

232. Svórust nú í fostbrøðralag,
fóru so út í stríð,
drupu ránsmenn og illvirkjar,
keypmonnum góvu teir grið.

233. Hildu heim mót heystins tíð,
um veturin vildu teir bíða,
gjørdu so summur seks í samt,
tá leiddist teim at stríða.

234. Settust teir at londum heima,
kongurin andaðist tá,
Hvítserkur fekk ríkið alt
og Serkland yvir at ráða.

235. Kongins dóttur av Blálondum
til drotning fekk hann sær,
gav so Jøkli konganavn
og Bláland, sum tað var.

236. Líður so hesi søguni,
væl fell alt í lag,
Jøkil stýrdi ríki sínum
til sín deyðadag.

237. Jøkil stýrdi ríki sínum,
væl mundi honum ganga,
krúnu hann bar og konganavn
aldur og ævi langa.

238. Børnini við Marsibillu
hevði hann mong og føgur,
ervaðu ríkið eftir hann. -
Vær lúkum nú hesar søgur.

(c) Dansifelagið í Havn