Kvæðasavn

Leivur Øssursson

Annað heiti:
Leivs kvæði

Uppskrift: NK 21, 2, pp. 9-16.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Gevið ljóð og lýðið á,
meðan dagur líður,
kvøðið um Leivur Øssursson,
tann hin garpin fríða.

Stígum fast á várt gólv,
sparum ei vár skó,
Gud man ráða, hvar vit drekka
onnur jól.

2. Leivur vaks hjá Trónda upp
bæði vænur og vitur,
vaksin var hann menniliga
og fagur var hans litur.

3. Tróndur situr í hásæti,
ræður hann so at telja:
»Gift teg, Leivur Øssursson,
tú hevur gott í at velja.

4. Sigmunds einkja í Skúvoy situr,
hon eigur dóttur væna,
tú fært ikki frægari giftu,
hevði tú fingið hana.«

5. Leivur svarar so brádliga:
»Hana kann eg ikki fáa,
hennara móðir ber hat til mín,
og hon man henni ráða.«

6. Til tað svaraði Tróndur gamli,
heldur at tí gaman:
»Eg skal sjálvur fylgja tær,
tit skulu vist koma saman.«

7. Klæddust teir í klæðir,
klæddust teir í skrúð,
vundu upp segl á Tróndar skútu
at vinna ta ríku frú.

8. Inn kom sveinur í Skúvoy,
talar so fyri orð:
»Eg síggi eina so stóra skútu
sigla mót Dalaskor.

9. Eg síggi eina so stóra skútu
undan skorum líða,
sólin skínur so fagurliga
á teirra seglið fríða.«

10. »Sært tú skútu mót Dalaskor,
sól í segl at skína,
vera man onkur ungur maður
at biðja dóttur mína.«

11. Hildu síni ferðini
móti oynni vestur,
so gingu teir á landið upp,
Tróndur og Leivur reysti.

12. Leivur gekk at húsum heim,
kom fyri hallardyr,
eingin hevði sæð reystari ungling
komið í oynna fyrr.

13. Tróndur stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðu sína:
»Sit væl, ríka Sigmunds einkja,
gev honum dóttur tína.«

14. Tað var ríka Sigmunds einkja,
var so bráð at svara:
»Tað er mær so hart ímót,
hon skal so burtur fara.

15. Øssur tók alt Sigmunds góðs,
tað er frætt so víða.
Leivur, væntar tú mína dóttur,
leingi skalt tú bíða!«

16. Tróndur stendur á hallargólvi,
mundi ei orðum spara:
»Kallið mær moy í høllina inn
og sjálv fyri seg at svara.«

17. Inn kom Tóra Sigmundsdóttir,
svarar so fyri seg:
»Leivur, er tað títt ørindi,
at tú vilt hava meg?

18. Eg leggi tær tríggjar treytir á,
kanst tú tær uppfylla,
so lovi eg tær trygdarorð,
títt ørindi gongur ei illa.

19. Tann fyrsta treytin, tú svørja skalt,
tú voldi ei Sigmunds deyð,
onnur, tú skalt mannin nevna,
sum voldi ta stóru neyð.

20. Tann triðja treytin, eg sigi fram,
tað eigur tú helst at gera,
tú skalt hevna mín faðirs deyð,
so skal eg tín hústrú vera.«

21. Leivur stendur á hallargólvi,
klæddur í skarlak reyða:
»Tað svørji eg við sannan Gud,
eg voldi ei Sigmunds deyða!«

22. Til tað svaraði Tróndur gamli:
»Tað skulu tit snart frætta,
hoyr tú, Leivur mín fostursonur,
hitt skal eg útrætta.«

23. Vundu teir sítt segl í rá
og sigldu av Skúvoyar landi,
strikaðu ikki á bunka niður,
fyrr enn á Gøtu sandi.

24. Nú skal taka upp annan tátt,
gongur líka raðið,
kvøða skal um Torgrím illa,
hagar vendir kvæðið.

25. Tróndur kemur út árla morgun,
man meg rætt um minna:
»Nú skal sigla til Suðuroyar,
og Torgrím skal eg finna.«

26. Gingu teir til strandar oman,
allir fylgdu Trónda:
»Nú skal gista mannin tann,
teir kalla Torgrím ónda.«

27. Sigldu teir til Suðuroyar
á tann sama dag.
Tróndur hevði sítt rúnarkelvi,
ikki gloymdi hann tað.

28. Torgrímur stendur for hallardurum,
hyggur út frá landi:
»Hvat man vilja Gøtu-Tróndur
her á mínum sandi?«

29. Tróndur talar til Torgrím illa:
»Tað sigi eg tær enn,
eg biði teg um hús í nátt
for meg og mínar menn.«

30. Torgrímur átti teir synir tveir,
sigst í kvæði mínum,
illir og óndir av sinnalagi,
teir líktust faðir sínum.

31. Tróndur talar til Torgrím illa:
»Eg vil ikki yvir tað tiga,
hvat talast her um Sigmunds deyða?
Tað skulu tit mær siga.«

32. »Her talast so mangt um Sigmunds deyð,
sum tær søgur ganga,
tey halda, Tróndur hans lívið tók,
tá hann hevði allar fangað.

33. Summir halda, hann doyði av møði
av tí svimjing stranga,
summir, at hann myrdur varð,
so ymis tíðindi ganga.«

34. »Tað, tú sigur, hann myrdur er,
tað man vera tað sanna,
tú ert tann maður, tann gerning gjørdi,
sig mær einki annað!«

35. Tróndur talar til sínar menn:
»Gerið eftir mínum ráðum,
bindið mær hann Torgrím illa
við sínum synum báðum.

36. Síðani skal eg tykkum vísa,
hvussu teir tríggir doyðu,
antin teir vórðu á landi dripnir
ella á havinum breiða.

37. Kyndið mær eld á eldstaðin,
træverk harum gerið,
tá má eingin tala eitt orð,
so tigandi allir verið!«

38. Tróndur settist í sessin tann,
ið stóð millum eld og verkið,
manaði hann teir tríggjar upp,
tann gandakallurin sterki.

39. Hurðin gekk so harðliga,
bleikt tá ljósið skein,
maður kom í høllina inn
og mitt á gólvið trein.

40. Dravvát klæði á kroppi hevði,
hendur út hann breiddi,
síðan gekk av durum út,
sum rúnarkelvið leiddi.

41. Hurðin gekk á øðrum sinni,
harðari hon smeldi,
maður kom í høllina inn,
og hann gekk tætt at eldi.

42. Leggur hann hendur á træverk niður,
sjógvur úr honum streymar,
tá blotnar hjartað í gøtumonnum,
rætt sum kavi kreymar.

43. Hamur gekk av durum út,
einki ilt hann gjørdi,
allir tagdu innanhalla,
eingin orðið førdi.

44. Tá leið ikki longur um
enn eina so lítla stund,
tá brast hurðin so harðan upp,
sum alt hevði farið í grund.

45. Stórur maður í høll kom inn
við blóðigum høvur í hendi,
reyðan kappa á kroppi bar,
og snart av durum vendi.

46. Tróndur stóð úr sessi upp
og sær til fólkið vendi:
»Her kunna tit nú sjálvir síggja,
hvat ið var teirra endi.

47. Sigmundur hann vist myrdur er,
tí bar hann høvur í hond,
Einar og Tórur druknaðir
í sjónum góvu upp ond.

48. Sigmundur átti ein stóran ring,
hann var av reyðargulli,
kunnu tit hann hjá Torgrími finna,
so er sakin full.«

49. Leitaðu teir í Torgríms húsi
eina so langa stund,
funnu teir hann í eini kistu,
í spjarrar var hann vundin.

50. Tróndur talar til sínar menn:
»Gerið ei tíð so langa,
reisið ein gálga av sterkum bjálkum,
har skal Torgrímur hanga!«

51. Tróndur og hans fylgisveinar,
vóru allir í ráðum,
hongdu teir hann í gálgan upp
við sínum synum báðum.

52. Tróndur aftur til Gøtu fór,
tá hann hevði tað útrættað.
Leivur glaður í hjartað var,
tá hann fekk tað at frætta.

53. Leivur aftur til Skúvoyar fór,
til sína hjartans keru:
»Nú er hevndur faðir tín,
nú mást tú mín hústrú vera.«

54. Leivur ektaði Sigmunds dóttur,
so er frá tí skrivað,
ikki hevur frægari maður
her í Føroyum livað.

(c) Dansifelagið í Havn