Kvæðasavn

Hørpu ríma

Uppskrift: FK 134C, 30, pp. 161-164.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Har komu tveir biðlar ríðandi í garð,
- eg biði tykur renna -
bóðu moy, sum yngri var.
- Rúnarmenn, gerið tað, eg biði tykur, rennið,
talið varliga við teir rúnarmenn!

2. Ta yngru teir tá bóðu,
ta eldru teir forsvóru.

3. Tann yngra hon er seg so fríð,
rætt sum sól við miðsummars tíð.

4. Tann eldra hon er seg so ljót,
rætt sum ormar skríða á grót.

5. Tann yngra kann at spinna gull,
tann eldra er av svøvni full.

6. Tann yngra vevur gull í lað,
tann eldra svevur allan dag.

7. Tann yngra kann at spinna,
tann eldra ikki at tvinna.

8. Tann yngra kann at lesa lestur,
tann eldra ikki at seyma kveistur.

9. Systir talar til systur góð:
»Vit skulum okkum í sævarflóð.«

10. »Hvat skulum vit í sævarflóð gera,
vit høvum ei tvinni silki at bera?«

11. »Tað er so mangur við sævarflóð,
ið ikki eigur tvinni silki góð.

12. Vit tváum okkum hvítar,
vit erum tvær systrar líkar.«

13. »Um tú tváar teg allan dag,
tú verður ei hvítari, enn Gud tær gav.

14. Um tú tváar teg hvíta sum fann,
tú fært ei mín festarmann.«

15. Tær gingu sær til strandar,
steinur lá fyri landi.

16. Tann yngra setir seg upp á stein,
tann eldra førdi hana út á streym.

17. Hon rættir upp sína ljósu hond:
»Systir, systir, hjálp á land!«

18. »Eg hjálpi tær ei á land um sinn,
uttan eg fái biðil tín.«

19. »Gjarna gevi eg tær alt, eg á,
á biðlinum havi eg einki ráð.

20. Gjarna gevi eg tær bæði,
biðil og brúðarklæði.«

21. »Søkk nú, søkk nú, systir mín,
eg skal hava biðil tín!«

22. Har kom vindur eystan,
líkið dreiv til neysta.

23. Har kom vindur og bylgja blá,
líkið mundi til landa slá.

24. Komu tveir vallarar oman við á,
sóu hvar ið líkið lá.

25. Teir tóku hennara ljósa arm,
gjørdu sær til harpuskjarm.

26. Teir tóku hennara gula hár,
gjørdu harpustreingir smár.

27. Teir gingu seg í tann bý,
sum teir vistu brúdleyp í.

28. Teir gingu seg í tann garð,
sum teir vistu, brúdleyp var.

29. Teir settu seg á ytstu gátt:
»Viljið tær hoyra harpuslátt?«

30. Mælti tað strongurin fyrsti:
»Brúðurin var mín systir.«

31. Mælti tað strongurin annar:
»Brúðurin var mín bani.«

32. Mælti tað strongurin triði:
»Brúðgómin var mín biðil.«

33. Mælti tað strongurin fjórði:
»Brúðurin mær forgjørdi.«

34. Svaraði brúður, reyð sum blóð:
»Harpan ger os mikið óljóð.«

35. Svaraði brúður, á beinki sat:
»Harpan ger os mikið óglað.«

36. »Hevði eg vitað, tað líkaði tær illa,
ei skyldi eg mína harpu stillað.«

37. Teir slógu sína harpu við armi,
brúðurin sprakk av harmi.

38. Teir slógu sína harpu av meingi,
blóð fleyt brúður í fangið.

39. Teir slógu sína harpu av móði,
brúðurin fleyt í blóði.

(c) Dansifelagið í Havn