Kvæðasavn

Fuglakvæði yngra

Uppskrift: PN pp. 232-283, Tættir 1, pp. 9-51.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Fyrsti táttur

Fyrri lutur

1. Gevið ljóð og lýðið á
leggið væl í minni,
meðan eg kvøði um fuglagleim
alt á einum sinni.

Fuglin í fjøruni
við sínum nevi reyða,
mangt eitt djór og høviskan fugl
hevur hann greitt frá deyða,
fuglin í fjøruni.

2. Eina veit eg rímuna,
inni hevur ligið leingi,
gjørd er um ta hatarót,
sum ókst av fuglameingi.

3. Fyrsta dag, ið ljómin víkir
er mær tað at telja:
Skúgvalist ella falkaleik,
kvilkin skulu vit velja,

4. Sildavaðið grimt og stórt
úti á Aldansfirði -
har kom mong ein fjøður saman,
ymist var tað sliðri.

5. Har kom mangur mætur saman,
eg tað ei kann telja,
har kom súla og likka við:
hvat er her at selja?

6. Har kom rita og fulkobbi,
álka og teisti við,
mási, bakur og svartbaksskuri,
alt tað fuglalið.

7. Har kom skarvur og hiplingur,
drunnhvíti hin snjalli,
har kom lundi og lomvigi
og líraskrápurin halli.

8. Kjógvi við sítt klipta vel
hugsar við sjálvum sær:
»Vertin á, hvat annar fær!
eg skal nøra at mær.«

9. Fjatlan hoppar á túgvuni,
óttast fyri at fara;
avindsjúk sær hon sildamegan
sum maðkar í røstum tara.

10. »Har er onki uttan útskotspakk;
lat tað í seg roppa!
eg bíði, til tey frægastu fara;
tá skal eg eftir hoppa.«

11. Skúgvurin situr á høgum tindi,
sær hann hetta møti:
»Brellast tekur gómi mín
eftir ferskum kjøti.

12. So havi eg brúkt nevið mítt
mangur gav mær prís;
hevði eg náað at rituflokki,
veitslan var mær vís.«

13. Strekkir hann út veingir sínar,
út í havið strembar:
»Tungliga vinni eg føði mína,
til tað fer at lemba.«

14. Tjaldrið sat og lýddi á,
tað fleyg í vaðið fram:
»Pakka teg burtur, ritan blá!
skúgvurin vil tær an.

15. Hann vil tykkum bíta og slíta,
sum smyril ger við stara;
eg gevi tykkum móðurráð:
tit bíðið ikki við at fara!

16. Tóat hann kemur so ljóðliga,
sum vinur finst hjá vini,
ger hann sær ongar tankar um
at eta tykkum á skinni.«

17. Burt fleyg tað, sum undan leyp,
sumt ræð seg at verja;
skúgvurin singlar suður og norð,
hann torir ei á at herja.

18. »Hatað skalt tú, tjaldrið, vera,
aldri skalt tú innast;
tú hevur spilt mær veitslu mína;
hetta skal eg minnast.«

19. Annan dag í frægdarljómi
falkurin ristir fjaðrar,
syftir hann seg til skýggja upp,
men ætlar at gista jarðar.

20. Sveimar hann í lofti vítt,
strekkir langar gøtur:
»Hvørt eitt kykt á foldini
skal falla mær til føtur.

21. Hvør er hann í fjaðraríki,
meg ræður á at herja?
eg havi kløur og hvassar teinar,
eg ætli meg væl at verja.

22. Hálsurin stívur og høvdið tjúkt,
eg kenni mítt svørð til heftið,
leggirnir langir og rukkutir,
so er mítt spjót so skeftað.

23. Allir mínir trúgvu sveinar,
sum hjá fornum jalli,
lurta eftir mínum orðum,
sum tey av himni falla.

24. Smyril, storkur og hjaltakráka,
tangspógvi og fleiri -
ikki minni enn tríati:
hvør torir mukka meira?«

25. Árla var um morgunin,
sólin roðar bleik,
falkur talar til sveinar sínar:
»Heintið mær ferska steik!«

26. Stari sat á steininum,
smyril eftir honum leyp;
tjaldrið tók at pippa tá,
so starin í holu kreyp.

27. Smyril fleyg fyri harra sín,
ræður at telja frá:
»Ikki finst nýtsla við foldina,
fært tú ikki onnur ráð.«

28. Falkur talar á øðrum sinni,
býst at trúa sveinar:
»Tit skulu gista svarta holu,
um tit ikki veitslu beina.

29. Skortar ei við foldina
hvørki stórt ella smátt:
gásin, hønan, títlingur, stólpa,
alt er líka gott.«

30. Tað var um ein árla morgun,
sólin roðar í snjógv,
hirðin øll -av smáfuglum
troðkast niður til sjógv.

31. Snjófuglar um bøin flykkjast,
matin í seg pakka,
starin søkir tarabrúnna
til at pikka maðkar.

32. Grælingarnir marflugur
søkja upp úr hyljum.
Dunnan veiðir æti sítt
og rótar í skitnum giljum.

33. Títlingur á køstagarði
sínum veli slettir,
músabróðir hjallin vitjar,
inntil hann er mettur.

34. Hønan skavar gólvsópið,
proppar sína kjós,
hanin reystur bland sínar grannar
gelur upp á rós.

35. Samdist væl við foldina
hvørt við sínar náðir,
sumt við maðkar, illdýr, slógv,
og sumt við korn og sáðir.

36. Falkurin grummi heldur ráð,
tað er fugla deyði:
»Rennur mær nú aftur í grun,
smyril, hvat tú segði.

37. Eg sigi enn, sum eg segði fyrr:
hvør torir mær at granda?
Hvør er hann í fjaðraríki,
mær torir móti standa?«

38. »Hoyr tú tað, mín nádigi harri:
tí erum vær ikki mettir,
tí ber ikki hjá okkum í lag:
stráini standa eftir.

39. Einans okkum í vegin er,
tað er nevið reyða!
ræður tú ikki at fyrra hann,
tú sært ikki fugla deyða.«

40. Falkurin stoytir frá skýggjum niður
rætt sum lýnið skjóta:
áðrenn nakar vardi tað,
hann ætlaði bein at bróta.

41. Falkurin skundaði síni ferð
við so mikið treyst;
tá ið hann kom í fuglaflokk,
hann hoyrdi ta vonu reyst.

42. Tjaldrið tók at láta hart,
tað hoyrdist yvir sjógv;
tá fleyg hvørt í sína ætt,
halan upp í rógv.

43. Hvørt fleyg burt sum tað kundi best,
søkti til sítt heima;
falkur skjýtist upp og niður,
sær seg vera áleina.

44. »Smyril, títt orð eg sanni nú,
tó eg tað ei vildi trúgva;
sjáldan hevur tú sagt so satt,
tí ofta manst tú ljúgva.

45. Unnast mær ein hundsaldur,
og triðingsvinir ei svíkja,
tað lovi eg tær nevið reyða,
tú skalt ikki leingi ríkja.«

Annar lutur

46. Fremjið ring eftir gólvi fram,
sparið nú ongum skóm!
gevið nú á tí fuglaljómi!
er ikki meira enn vón.

47. Brúkið nú munn og hendur og føtur,
fúkið nú av stað!
nú skal kvøða um gamla gorp
ljómsins triðja dag.

48. Tað var gorpur, gamal bóndi,
hann fleyg av bergi út,
lætti seg upp um eggina,
í luftini breyt hann rút.

49. Hugsar hann um føðina,
hvar hann hana skal fanga:
antin at rána fuglabjørg
ella tey, í haganum ganga.

50. »Nógv man krevjast innan halla,
alt er líka slúkið;
rátt og kókað, bleytt og hart,
sámir í teirra búki.

51. Tó man tað ikki nerva mær
mína føðslu at vinna:
kunnigir eru mær loynistíggjar
og allir vegir at finna.

52. Eg havi sveimað við jøkilstoppar
niðri við hvalaskrokk;
eg havi verið í kobbaveitslu,
altíð fekk eg nokk.

53. Hvørt eitt kykt á Snjógvalandi
var eftir mínum sinni;
lukkan stendur ei altíð við,
tað legst mær nú í minni.

54. Nú keðist mær við rotið slógv,
spik og tvøst at slúka;
nú skal eg veiða mær ferskan bjóra,
bergið skal eg lúka.«

55. Gorpur fremjaði síni ferð,
skjýtst av eggini niður,
kundi ei halda kjaftin saman,
tað var hans gamli siður.

56. Buttur manst tú gorpur vera
sum ein gamal stút;
alt hvat tær í hugin kemur
manst tú gorra út.

57. Gorpur krunkaði, sum hann fleyg,
beint við bergið fram:
»Álkubøli og lundaholur
skulu nú fáa skamm.«

58. Tá ið hann sá tað fuglameingi,
bleiv hann fróur í sinni,
gav so á at krunka tá,
tað hoyrdist úti og inni.

59. Tjøldrini, í haganum vóru,
tirptust saman í hóp:
Hvaðan ið hetta skríggið kom,
so var tað ravnaróp.

60. Summi flugu á eggina út,
um har var nakað at sjá;
sóu tey, hvar ið gamli gorpur
fleyg bæði til og frá.

61. Snúgvaðist hann í lunda flokki
bæði út og inn,
ætlaði til at slúka teir
bæði við kropp og skinn.

62. Tá ið tjøldrini sóu slíkt,
tóku tey til at murra:
»Hvør er tann, sum troystar sær
hin gamla gorp at purra?«

63. Fram fleyg eitt av flokkinum,
í royndum var tað gott:
»Eg skal vita, hvat eg dugi;
fallið tit ikki í fátt!«

64. Tjaldrið snurraði sær av stað,
rætt sum steinar falla,
helt ikki av, fyrrenn nevsoddur
stoytti í gorpsins skalla.

65. Tjaldrið brá so skjótt av stað,
rætt sum kúlur ganga;
so var sagt, at gamli gorpur
sviða fekk í vanga.

66. Dátt var gamla gorpi við,
tá ið hann fekk tann sviða;
strekti hann út hvørja fjøður,
fettist hansara miðja.

67. Hann gav tá so stórt eitt skrál,
nú er um tað at reypa,
ongum háttri líkari
enn sum hamrar leypa.

68. Tá ið tjaldrið gamla gorpi
veitti hetta mein,
datt hann tríggjar reipslongdir
í óvit sum ein stein.

69. Álkur, lundar og lomvigar
hoyrdu tað ravnareyp;
tókti teim ikki mjúkari,
enn bergið niður leyp.

70. Sýntist teimum, hvør stólpur og steinur,
yvir teimum stóð,
niður eftir kom raplandi
at vekja fuglablóð.

71. Men tá ið tey sóu gorpin detta
og meintu, tað var ein klettur,
turkaðist alt av berginum út;
har var einki eftir.

72. Gorpur flagsar í luftini,
ætlar at vinna nógv;
tá ið vitið at honum rann,
hann var ikki langt frá sjógv.

73. Strembar hann við bergið upp,
ristir seg við hvørt,
luttar inn at ymsum holum,
men alla staðni var sørt.

74. Gamli gorpur kendi svongd
- spilt var hansara vinna -
tekur at banna tjaldrinum,
sum hann kundi best páfinna.

75. »Skert vildi eg teg, tjaldrið, sæð,
fyri tú gjørdi mær ímóti;
so vildi eg tín búkur og bein
var fullur av malargróti.

76. Eg vildi, at tú og alt títt lið
í óvitsku skuldu gingið,
so vit kundu ruffa og ræna
hvat okkum lysti at fingið.

77. Eg vildi, at tú og aðrir fuglar
skuldu tegið og tagt,
hvørt ið tað góða ella tað ónda
var í okkara akt.

78. So kundu vit okkum spika og fita
rætt sum gøðingakálvur
og ikki lagt í tykkum lag,
men rátt fyri øllum sjálvir.

79. Hetta, sum mær var fyri í dag,
kann oftari bera til;
eg skal royna onnur ráð,
tað standist hvat av, ið vil.

80. Nú skal eg finna mínar vinir,
hoyra, hvat teir vilja gera;
til at svekja nevið reyða
tann fyrsti vil eg vera.«

Annar táttur

81. Stígið á gólv við stinnum alvi,
setist ikki á pall:
frøðið var næstan kvøðið hálvt,
tá gamli gorpur fall.

82. Skúgvurin snildi og falkurin spelkni
gingu saman í ráð;
eftir kom gorpur stólpandi
og settist teimum hjá.

83. Greindi tá hvør í sínum lag,
hvat sær var fyri borið,
hvussu teimum var gingið í hond;
skúgvurin tók tá orðið:

84. »So havi eg mær snúgvað og vent
tríati vetur og fleiri,
fáur var hann av mínum líkum,
sum vann í brøgdum meira.

85. Nert havi eg bæði »her og der«,
fáur mundi tað vita;
stundum snávaði eg kropp og skinn,
stundum limir og bitar.

86. Ránað havi eg bjørgini,
stundum grønan vøll;
fáur mundi mær neisur vinna,
tí tungan var so snjøll.

87. Tá ið eg singlaði yvir tí,
sum eg hevði hugin á,
var tað sum í pottinum víst,
tí eingin segði frá.

88. Altíð eg vann, hvar hugurin rann,
bæði til fjals og røkur;
tó minnist eg á einum sinni,
tá var eg gyrdur í brøkur.

89. Eg vildi eftir nógvum gapa,
upp á tjólegg fór,
øvigur aftur á langlegg datt,
sum kálvur dettur í flór.

90. Eg vildi hava hetta og hatta,
royndi brellið ráð;
»káið« har í vegin kom,
tí fór eg skitin frá.

91. Eg vildi hava hetta og hatta,
tí eg hevði ikki rógv;
eg vildi lut á sjónum taka,
troyta streymasjógv.

92. Á vatni vildi eg snúgva mær
rætt sum skarvur og æða;
eg máldi ikki megi mítt;
tað var mær at skaða.

93. Har kom fuglur úr sólarrenning -
hoyr nú, hvat eg tali:
granskaði eftir mínum verki;
alt var funnið galið.

94. Gripur kom av flatlondum,
hann førdi harðan lúður;
hann beit mínar kløur av;
eg fell í bjarnadúr.

95. Gripur gjørdi mær heitt um skalla,
skakaði mínum bú,
skotraði meg av vaglinum;
eg eri tí gráur nú.

96. Tvíggjaði hann og sjuggaði meg,
vísti mær til dyr;
lundin upp á vaglið kom,
sum eg hevði sitið fyrr.

97. Bukaði hann meg við vongknúgvum
bæði til høvur og føtur;
hevði ikki hjálpt mær abbi gorp,
eg hevði ikki boðið bøtur.

98. Har vóru settir rossleypar,
fýra ferðir tólv;
uttan um lundan girdust teir
sum náttarsólin hálv.

99. Lundin sat so bringubrattur,
eyguni mundi hann renna
ymsar vegir at leypunum;
so fáar mundi hann kenna.

100. Har sat hann og skimaðist
uttan um seg at tevja;
leyparnir vóru tøðufrekir,
fóður mundi teim krevja.

101. Einki dámaði lundanum
at sita í slíkari tøðu:
hann gróv sær eina nýggja holu,
síðan fekk sær bøgu.

102. Tá tók dagur at lýsa upp,
skýggini spreiddust at,
lundin var smogin í holuna
og eingin á vagli sat.

103. Mala tók í knokki mínum,
kløur mundi eg tveita!
ongan visti eg betur enn,
á abba gorp at heita.

104. Tá var hann góður, abbi gorp,
hann ímillum gekk;
tí man eg fjálga reiðrið enn,
sum eg eftir pápa fekk.

105. Hevði hann ikki lívgað meg
og hjálpt mær tá úr snerru -
væl kann tað ganga brókut enn,
men tá mundi gingið verri.

106. Tapta megið aftur kom,
sum gripur frá mær tók,
líkasum tað um dýrið stendur
skrivað í halgu bók.

107. Síðan gekk mær væl í hond -
hví skal eg dylja tað?
undan taki eg, hvat meg hendi
í síðsta sildavað.

108. Eg sat mær á høgum tindi,
hevði har sitið leingi;
var mær hyggjandi út á fjørð,
eg sá tað fuglameingi.

109. Brellilysturin á meg kom,
eg væntaði besta keyp -
ilt er at binda svangan hund
niður við smørleyp.

110. Legði eg beint í sildavaðið,
beindi har mín veg;
har kom eitt tjaldur flúgvandi,
sum gjørdi mær »fortreð«.

111. Tutlaði tað við fuglarnar,
sum vóru í míni trá:
»Nú kemur 'smyril' í 'staraflokk';
pakkið tykkum herfrá!«

112. Tá ið tjaldrið segði slíkt,
tóat tað sannheit væri,
sindraðist burtur í hvørja ætt
tann heili fuglaskari.

113. Sumt fleyg upp, og sumt fleyg niður,
flokkurin spreiddist sundur;
svangur kom eg av mínari veiði
sum aftursjuggaður hundur.

114. Ikki orki eg at tola
mangar stoytir slíkar;
falkur og gorpur, sigi mær,
um tykkum hetta líkar!«

115. Falkurin grummi treður á fold,
ristir høvur og vanga:
»Ikki skulu tit spyrja tað,
at vit undir hetta ganga.«

116. Gorpur gamli stólpar fram,
býst nú til at gora;
falkur eygu at honum skeyt
og ráddi honum at forða.

117. Gorpurin svarti aftraði seg,
um enn tað var upp á svik,
settist aftur á knappin,
men eyguni gingu kik.

118. Falkurin reysti beyð tá til,
tá hann hevði málið fingið:
»Sum tú, skúgvur, fortelur frá,
so hevur mær sjálvum gingið.

119. Ikki gekk mær betur enn tær,
tá eg vildi veitslu ná;
tonkti eg um hevnisøku,
eg royndi hana at fá.

120. Ífjør var eg hjá ørnini
so langt frá hesum fjøllum;
trúgva mást tú mær, stallbróðir,
eg greindi frá hesum øllum.

121. Greindi eg tá úr odd í egg,
sum okkum best kundi semja,
uttan at leggja í annað lag
enn egið gagn at fremja.

122. Tjaldrið málaði eg so døkt
sum sót og bikið svarta,
okkum sjálvar sum náttarsnjógv;
tað var av følskum hjarta.

123. So havi eg nú farið at
og fingið alt, sum eg vil;
nú skal eg passa tjaldrið upp,
tá tað vil bera til.«

124. Gorpurin svarti trokaðist fram,
kundi ei longur bíða;
øguliga hann keksar avstað,
rætt sum hestar ríða.

125. »Mangt havi eg meg yvir at kæra;
vanur var eg við nógv;
lutur mín tann frægasti var
bæði av land og sjógv.

126. Treytir eru tykkum vunnar
bæði summar og vetur;
vita skulu tit, garpar tveir:
mær hevur ei gingið betur.

127. Ikki er vert at endurnýggja,
men leggið ráðini saman:
brúkið nú høvd og veingir og vel
og gerið ei av tí gaman!«

128. Fuglar tríggir hildu ráð,
skúgvurin førdi orðið;
tað mundi ikki vera søtt,
ið har varð fyri borið.

129. Grána tóku vangafjaðrar,
tí ráðini vardu leingi;
fimtan nætur og enda betur
ei sást høvd undir veingi.

130. Tá mundu brýggjast knokkarnir -
tí eru vangar gráir;
teir mistu dúr og náttarfrið -
tí eru summir mjáir.

131. Ágrýtnari fáur var,
um hann kundi ganda;
allir ynsktu tjaldrið detta,
eingin upp at standa.

132. Løgdu teir sær so eina við
til at kunna útfinna,
hvussu teir skuldu tjaldrinum
tær verstu treytir vinna.

133. Hetta mundu garpar tríggir
royna at halda við:
hugsa ilt og fremja tað;
slíkt eru skálkasiðir.

134. Falkurin snarpi trein tá fram,
biður hinar tiga:
»Tá ið eg var í ørnaríki,
so mangt eg hoyrdi siga.

135. Ørnin er so góður fuglur,
øllum vil hon væl;
ikki vil hon, í haganum
skal pikkast eggjaskal.

136. Gjarna sær hon hjá øllum búnast,
hvørt eitt egg blívur klakt;
tað man víðka hennara ríki,
veksa um hennara makt.

137. Ungarnir bæði smáir og stórir,
sigur hon, skulu ana;
hon setur teir í svartahol,
sum fuglar tora ræna.

138. Alt vil hon skal liva við frið,
bæði stórt og lítið;
tað man minka um okkara lut.
onkur fýlist við býtið.

139. Tjaldrið fylgir tey ørnaboð,
tóat eg sigi tað her;
men ikki er gott at leggja av
tað, ið gamal vani er.

140. Einhvør man vera sær sjálvum næst,
ið hvussu tað øðrum gongur;
hetta lærdi pápi meg,
tá ið eg var lítil drongur.

141. Vær skulum venda svart til hvítt;
tað eru ikki onnur ráð;
ørnin er langt av landi skotin,
hon kann tað ikki sjá.«

142. Skúgvurin snildi mælti eitt orð:
»Tó at tað verða keikir,
tjaldrinum mugu vit royna at basa;
brúkið nú skálkaleikir!

143. Tjaldrið kenni eg altfor væl,
vita man tað nógv;
væl man tað kunna fyri sær
bæði á landi og sjógv.

144. Ofta man tað á sjónum sita,
tað kann sær ikki bara;
klófuglarnir eltast eftir
og vilja tað sama læra.

145. Tí man minka okkara partur,
tó at tað fyrr var nógv;
ný er knýtt og fyri bundið
bæði á landi og sjógv.

146. Fuglar flestir gerast nú vísir,
vilja ei lata seg fanga;
sum teir síggja tjaldrið gera,
teir flestu eftir ganga.

147. Tó man mær ikki tróta ráð,
tó eg eri svinnur sum genta:
ørnin glottar at okkara orðum,
sum tey vóru prentað.

148. Vær skulum siga, at klófuglarnir
eru so dummir sum neyt:
nevið reyða øsir teir upp,
sum tú rørir greyt.

149. Ráðini gav eg pá mín part,
heldur nógv enn lítið;
gorpur! tú mást nýta tey,
tú tú ert størstur í býti.«

Triði táttur

150. Skemtan víkir nú frá mær,
vilja tit mær tað trúgva.
Búreisingar pjøkast at -
hagar skal frøðið snúgva.

151. Tað var um ein mánadag
- eg meini, eg ikki ljúgvi -
tjaldrið fór at hugsa um
at fáa sær nakað til búgvið.

152. Mundi tað tá við aðrar fuglar,
spógvar og láir, tosa
til at hjálpa at ríva leyst
og bera gras og mosa.

153. Fóru tey sær tá fram íhjá
og síðan til strandar niður
til at fáa sær proviant
og bora øður og fliður.

154. Tjaldrið talar til sínar rekkar:
»Dvøljist nú ikki longur!
ikki skulu tit meira hava,
enn sum til búgvið gongur.«

155. Tjaldrið segði til spógva tá
- tó at tað ber upp á rím:
»Minnist tú nakað til pápa tín?
tú veitst hann hevði krím.

156. Ber honum hetta bukkablaðið!
- nakað mást tú asa -
Stappa tað inn í nevið hans!
so heldur hann upp at hvæsa.«

157. Tríggjar øður og tógvar fliður,
ikki høvdu teira meira
uttan nakran mosa og gras,
sum ætlað var til reiðrið.

158. Frættist tað bland rovfuglar,
sum mundu tað fortróta,
at smáir fuglar pjøknir vóru
veitslu at vilja njóta.

159. Falkurin fór til krunkin fram,
har sum deyðseyði lá:
»Slepp niður vil og garnarenda
far og søk tær ráð!

160. Tú skalt øllum føði skaffa;
harímót eingin sigur;
hoyrt havi eg gitið, at tjaldrið sankar
bæði øður og fliður.«

161. Svaraði gorpur, gamal bóndi,
tálgaðar vóru hans brýr:
»Nú er at heita á skúvaræði;
nú eru góð ráð dýr.

162. Hoyr tú skúgvurin skrinkilsbein,
við tín gráa vanga!
hvat er nú til ráða at taka?
hvussu fer nú at ganga?«

163. »Hoyr tú gorpur, litadimmi!
eyka tær ongan vanda!
tú skalt tær við søkum fara
tjaldrinum fyrst at granda.

164. Fliður sankar tað fyri seg
og maðkar til sínar ungar;
harav kemur kætin tann,
í ternuflokki rungar.

165. Kjaftin kanst tú brúka væl,
tó lítla hevur tað fynd;
at líta alt upp í tínar hendur,
tað var næstan synd.«

166. So var snork á krunki tá
sum á nøkrum grísi;
sveittin støkk um fjaðrar hans
bæði av smoltri og lýsi.

167. Dálkaður hann í gori var,
smurdur hann var í sveita:
»Hvat er nú til ráða at taka?
á hvønn skal eg heita?«

168. »Krákuna vil eg seta út
at ganga tær til handa;
tó at tú lønar henni væl,
tú kanst teg væl við tað standa.«

169. Krákan stóð har skamt ífrá,
hon hoyrdi skúgvin tala:
»Hvat tú bað meg, mundi eg gera,
um enn tað var at stjala.«

170. Gorpur talar til krákuna:
»Altíð vart tú mær hull;
kanst tú nakað hjá tjaldrinum finna,
so er sakin full.

171. Bjó tú teg so skjótt avstað!
gev so lítið tol!
eg ætli, tað hevur sankað saman
og krógvað niður í hol.

172. Troystar tú ei eina at fara,
kanst tú ei vegin finna,
»Skirið« skal eg senda við tær,
tí tað er tjóvskt í sinni.«

173. Krákan elti gamla gorp,
sum hundur eltir tík:
»Gjarna geri eg tygara vilja;
sjaldan býst veitsla slík.

174. Natin mundi eg altíð vera,
hvar nakað var at valda;
har sum vinningur helti til,
eg mundi meg altíð halda.

175. Mangan bita havi eg krógvað
bæði í vølli og gróti;
tjaldrinum skal eg ganga nær,
tað sigi eg ei ímóti.

176. Tað vísir stropi á mínum nevi:
eggini havi eg amað;
eg vænti eg fái ikki illar nasar,
tí tær havi gjørt tað sama.

177. Eg skal fylgja tygara ráð,
eg eri tó eingin glunti;
mangan góðan gloypibita
tú mær ofta unti.

178. Mangan havi eg tálgaklunkin
frá tygum, harra, slikkað;
skammrivið og garnmørin
untuð tær mær at pikka.

179. Mangt so havið tær smálambið
slaktað fyri meg;
allar dagar í mínum lívi
minnist eg á teg.«

180. »Halt tú nú tín skitna kjaft!
slatra ikki longur!
gakk og raka í tjaldursreiðri!
vita, hvussu gongur!

181. Set nú rukkur á tínar brýr!
ver nú eingin kálvur!
ver nú bæði buttur og fúsur,
sum eg eri sjálvur!«

182. Ristir og skakar hon velið sítt
burtur av nevi at turka;
ítari er við høviskum boðum
enn í køsti at slurka.

183. Krákan fór sum njósnari,
luttaði eftir øllum;
stundum hon eftir sjónum fleyg
og stundum eftir fjøllum.

184. Hoppaði hon yvir foldina;
gorpur meinti, hon rann;
stappaði hon í holu niður
tað, hon í køsti fann.

185. Hoppaði hon av steininum,
flákrar alt hon kann;
hon hevði verið í hvørji holu,
áðrenn sólin rann.

186. Hon kom har, sum tjaldrið var,
meinti at finna nógv,
skeitir og kveitir út undan sær
sum »niðri undir krógv.«

187. Taldi hon bæði øður og fliður,
ætlaði meira at fingið,
gjørdi tá keipur, sum hon hevði sitið
niðri í móreyðu dyngju.

188. Krákan fleyg fyri harra sín,
áðrenn lýsti dagur:
»Eg havi tygara ørindi
útrættað sum ein maður.«

189. Skúgvur, falkur og svarti gorpur
pota burtur úr oyra:
»Hevur tú ilt um tjaldrið at siga,
vit vilja tað gjarna hoyra.«

190. »Eg eri móður av longum veg,
tungan hon vil balla;
betur er, at nevið reyða,
tær latið higar kalla.«

191. Falkurin sendi kráku fyrst,
gorpin aftaná,
til at kalla tjaldrið inn;
tað var ikki langt harfrá.

192. Krákan hoppar til tjaldrið út,
tekur nú til at mæla:
»Eg eri boð frá harrunum;
teir vilja við teg tala.«

193. Snart mundi tjaldrið altíð vera,
við tað fyrsta orð
snúðist tað so brádliga
inn fyri harraborð.

194. Rodna tók tá falkanev,
tá hann mundi tjaldrið síggja,
ymsar brýrnar niður skeyt,
og ymsar upp til skýggja.

195. Skúgvurin gekk við falksins síðu,
tutlaði honum í oyra,
snakkaði tá so ljódliga,
so eingin skuldi hoyra.

196. Gorpur snurraði sær í klingur
rætt sum streymur í íðu:
»Eg havi biðið krákuna
at vera pá mína síðu.«

197. Falkurin grummi breyt tá út,
litir mundi hann skifta:
»Tí mundi eg teg, tjaldur, kalla:
eg ætlaði tær at skrifta.

198. Tú hevur tikið gras og mosa
bæði burtur og hjá;
ikki eg ta æru fekk,
at tú segði mær har frá.

199. Væl man eg vera ærusjúkur,
eg eri tó eingin drongur;
hevur tú ikki fregnast tað,
eg eri her sum ein kongur?

200. Enn meini eg, at tú manst hava
borað øður og fliður -
kráka, svara nú fyri gorp!
hví stendur tú har og tigur -«

201. Krákan stóð og skutlaði sær,
smurd var hon í gori;
burtur gingu tímar tveir,
áðrenn hon fekk upp orðið.

202. Hjartað slappt og »minufull«,
einki orð hon greinti,
blunkaði tá at skúvinum,
sum visti, hvat hon meinti.

203. Legði hon nev á skúvsins vong:
»Hjálp nú, sum tú plagdi!«
Skúgvurin setti nev mót nev
og greiddi tað, sum bagdi.

204. Tá ið hon tann styrkin fekk,
mundi hon errin spáka,
dritti vel og sletti høvd
rætt sum fútakráka.

205. Kráaði hon og skrallaði tað,
sum hon hevði saman bjórað:
»Gesti høvum vær sakir við,
bæði smáar og stórar.

206. Hann hevur heintað bukkabløð
spógvum og øðrum at fáa;
ikki átti tað verið so,
tí gorpur vil tí ráða.

207. Hann hevur verið so nasavísur,
potað fliður og øður;
fáum geva lov til tað
gorpur og hansara brøður.

208. Fuglar lærir hann altfor mikið,
hvar hann flýgur og gongur;
summum trýtur tí at vera
feitt fyri kjøftum longur.

209. Ikki stingust fingur í vegg,
ikki bata snið:
leingi áðrenn til skal takast,
frætt hevur fuglalið.

210. Latið tí tjaldrið ei sleppa á sjógv!
tjóðrið tað á landi!
ristið fót og skerjið vong!
so er eingin vandi.

211. Takið nú frá tjaldrinum
alt hvat tað hevur samlað!
falkur og skúgvur, sigið ja!
eg svari fyri hin gamla.«

212. Rovfuglarnir svaraðu ja,
spraklaðu tá sum kálvur;
tjóvur meinar, at hvør maður stjelur,
tí hann stjelur sjálvur.

213. Tjaldrið hoyrdi tað fuglasvass,
sum teir vavdu saman,
tóktist síggja á lótunum,
tað mundi ei vera gaman.

214. Tá ið tjaldrið hetta sá,
at tað mundi álvara vera,
svaraði tað so stívliga,
tað mundi í hjartað skera.

215. Góða kendi tað sína sak,
vildi tí ikki fíra;
sjónliga las tað teirra pass;
tað neit í fuglanýra.

216. »Falkur, hví vilt tú forða mær
mosa, gras og flag
til at byggja mær reiðrið av,
beyð ørnin at gera tað?

217. Ikki gav ørnin tær tað lov
at trúa við slíkum kossum,
eg havi tó ikki fjalt sum tú
pløgg úr øðrum plássum.

218. Gorpur, eg kenni teg so væl:
sjálvur tú alt vilt slúka.
Hvør gav tær lov at nokta tað,
sum okkum tørvast at brúka?

219. Tú hevur sýtt okkum bukkabløð;
hosta kann tað ráða.
Neyð dreiv okkum at søkja tey;
hjá tær var einki at fáa.

220. Var tað so, ið ørnin segði?
hví hevði tú einki, títt spók?
tú manst fylgja ørnaboð,
sum fanin lesur í bók.

221. Kráka, tú hevur so óvaskað
snikið teg her uppí;
tann, sum 'feil' við øðrum vil síggja,
skal sjálvur vera frí.

222. Eggini hevur tú undir teg rakað,
stropan hevur tú tappað;
mangan hevur tú duldan bita
í hellir og holur stappað.

223. Slíkur kann vera ein sum annar
burtur frá øðrum at snappa;
mangan huldan loynibita
hava tit niður stappað.

224. Tá ið smyrlar, kjógvar og bakar
í haganum mundu sveima,
tá lótu tit ikki kjaftin upp;
stillir sótu tit heima.

225. Altíð søkti eg fuglaframa,
tí tað vóru ørnaboð;
vilja tit mær tí treytir vinna?
átti tað vera so?

226. Hetta skal spyrjast í ørnaríki
eg havi har verið fyrr;
um enn eg royni upp aftur,
eg vænti, eg finni á dyr.

227. Ikki dylji eg tykkara strikir;
ørnin skal tað hoyra.
Tað kann henda seg enn sum fyrr,
at onkur flónar um oyrað.«

228. Nú orki eg ikki at ríma longur;
rími nú hvør, ið vil;
eg royndi bæði í gjár og í dag;
men ikki vil bera til.

229. Best man vera at halda upp,
fara niður at sita.
Latið nú rímaran hvíla seg!
tíðin samlar vitið.

(c) Dansifelagið í Havn