Kvæðasavn

Randvers kvæði

Uppskrift: NK 16, 1.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eina veit eg rímuna,
inni hevur ligið leingi.
Hákun jall fyri ríki ræður,
raskar eigur hann dreingir.

Orlov biðjum vær,
ærligir menn,
dans skulum vit fremja,
tað er ikki dagur enn,
orlov biðjum vær.

2. Sigmundur er í jalsins garði
reystur í øllum verki.
Nevndur er hansara fosturbróðir,
teir kalla hann Tórir sterki.

3. Sigmundur er í jalsins garði,
mangt kann hann at inna,
vænur er hann og vøkstraligur,
hans líki er ei at finna.

4. Vænur er hann og vøkstraligur,
fagur á brún og brá;
kinnin reyð sum hummarklógv,
eyguni blonk og blá.

5. Høgur er hann og herðabreiður,
hans líka eingin kennir,
hárið er sum reyðargull,
tað niður á herðar rennur.

6. Hjálmur hans og brynjuserkur
skína sum silvur reina.
Hann gekk sær á leikvøllir
sum aðrir reystir sveinar.

7. Hann gekk sær á leikvøllir,
í forðum var so siður;
eingin brá so bitran brand,
hann fall til jarðar niður.

8. Eingin stóð mót Sigmundi
syftu ella tvær.
Leiktu teir á langsundi,
hann altíð fremstur var.

9. Hann var sær á leikvøllum
og royndi dreingir reystar.
Mangir vóru listirnir,
í øllum var hann bestur.

10. Árla var um morgunin
sólin roðar í fjøll.
Sigmundur akslar sær kápu blá,
hann gongur í Hákuns høll.

11. Hann gekk sær í høllina inn,
sum Hákun fyri var:
»Heilur veri tú, Hákun jall,
dugnað veit tú mær.

12. Sælur siti tú, Hákun jall,
veit mær skip og dreingir,
eg ætli mær í hernað út,
tað havi eg hugsað leingi.«

13. Til tað svaraði jallurin,
hann lítur á dreingin dýra:
»Ungur ert tú og ókendur
herskipum at stýra.«

14. Sigmundur svaraði harra sínum
bæði við sið og sóma:
»Ofta hevur vaksið ungum hvølpi
hvassar tenn í góma.«

15. Hákun hugsar við sjálvum sær,
hann drekkur mjøð við borð:
Djarvur er hann Sigmundur,
og dreingjalig hans orð.

16. »Hoyr tú, Sigmundur Brestisson,
tú ert kappin reysti;
fáa skalt tú fullgott skip
út úr mínum neysti.«

17. So leið fram mót summardegi,
Hákun fekk honum far.
Eirikur jall' og Svein' hin ungi
góvu skútur tvær.

18. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru ný.
Gyltir leika veðurringar
upp í meðal ský.

19. Bræddir vóru brandar,
og skorin var lyfting blá;
so sigldi hann Sigmundur;
fagur skein sólin á.

20. Løgdu út úr Niðarósa
fagrar skútur tríggjar;
fjøruti menn á hvørji teirra
klæddir í brynjur nýggjar.

21. Tríggjar vóru skeiðirnar,
ið løgdu út frá londum;
fjøruti menn á hvørji teirra
gyrdir við bitrum brondum.

22. Blíðan fingu teir byrðin,
mjøllin breyt um bógv,
hildu síni ferðini
inn í Eystursjógv.

23. »Herskipum vit brandar bjóða,
farmaskipum frið.
Menn, sum ei eru víggjaførir,
berjist eg ikki við.«

24. Átjan vikur Sigmundur
í Eystursjónum sigldi.
So er mær av sonnum sagt,
at sigur honum fylgdi.

25. Vestur undir Sviaveldi
stevndu teir so ferð;
stýrdu undir oynna inn,
ið eitur Elvasker.

26. Lysti ei at sigla tá,
tí tokan var so tøtt,
løgdu so at landinum,
sum fjøran hon var sløtt.

27. Gingu teir á oynna upp,
tá lættir tokan dimm.
Lógu undir víkarbotni
víkingarskútur fimm.

28. Mætar vóru skúturnar,
lógu har í havn;
ein var fram um allar prúð,
og hon hevði drekastavn.

29. Mælti ein av monnunum,
tá hann tey langskip sá:
»Skundum út á skeiðir várar
og siglið londum frá.

30. Hesar hava innanborða
mikið mannatal;
koma vit í stríð við tær,
tað gongur oss ei væl.«

31. Svaraði honum Sigmundur:
»Eg vil teg ikki hoyra;
um teir eru sjey um ein,
eg lati ei undan koyra.

32. Um teir eru sjey um ein,
eg tori væl á at herja;
vit skulu teir við gróti grýta,
síðan við brondum berja.

33. Lítisvert tá vinnur hann,
ið lítið torir vága.
Vit skulu teir við steini skjóta,
síðan við stáli sláa.«

34. Henta teir so grót á nátt
og búgva seg til dagin.
Roðin reis í landnyrðingi;
tá vóru skipini laðin.

35. Sigmundur talar til sveinarnar:
»Víður er hesin vágur;
leggjum oss í munnan út,
tí har gerst hann so mjáur.«

36. Róðu teir í munnan út
og løgdust lið um lið.
So var trongur vágurin,
at eingin slapp framvið.

37. Snimma síggja teir langskip fimm,
tey ætla inn á vág.
Drekin siglir fyrst av teim,
gullið skein á rá.

38. Mæla tekur høvdingin,
mikil er hann maður:
»Hvussu skal eg nevna teg,
ið hasum skipum ræður?«

39. »Sigmundur skalt tú nevna meg,
í Føroyum eg borin var.
Hvør ert tú, so nasadjarvur,
siglir móti mær?«

40. »Randver eri eg kallaður,
víðagitin í orðum.
Kjósa skalt tú, Sigmundur,
eitt av tveimum korum.

41. Randver eri eg kallaður,
eg mangan víking feldi.
Antin skalt tú skip og farm
geva mær í veldi.

42. Antin skip og sjálvan teg
flýggja mær til handar,
ella halda í hernað fram
og royna bitrar brandar.«

43. »Kor eru tvey, og ólík tey,
hitt seinna man eg kjósa.
Óvist er at gabba enn,
hvør sigri av skal rósa.«

44. Yvri dró av Randveri,
hann gav ei longur grið,
tríggjar sendi hann snekkjur fram,
var sjálvur ikki við.

45. Skjóta taka Sigmunds menn
við gróti og við spjóti.
Illa líkar víkingavinum
teir venda skjøldrum móti.

46. Illa líkar víkingum,
teir undir skjøldrum kroka,
varnast hesi vørpuskot
og royna fram at troka.

47. Løgdu saman æsingar,
í hvørji súðu brakar.
Sigmundur og Tórir sterki
beita bitrar mækar.

48. Teir høgga títt, teir líva lítt,
teir kundu væl brandar henda.
So er sagt, at Randvers menn
aftur máttu venda.

49. Reiður gjørdist Randver tá,
hann rópar av illum sinni:
»Vinna tit ei óvitar,
tit vinna av monnum minni!«

50. »Tú tarvt ei Randver háða oss,
vit eru ei vanir at leypa;
vinn tú fyrst av dreingjum hesum,
síðani kanst tú reypa.«

51. »Tað er einki manndómsverk,
men barnaleikur og lystur.«
Tríggjar legði hann skútur fram,
og sjálvur var hann fyrstur.

52. Drekin legði mót Sigmundi,
Randver mundi stýra.
Fimir vóru fingrarnir,
ið drógu svørð úr slíðra.

53. Teir høgga títt, teir líva lítt,
av dreiv barnagaman.
Eldur reyk úr svørðunum,
tá eggjar bóru saman.

54. Annað var enn barnaleikur,
Randver fekk at finna.
Bardust fullar tógvar øktir,
hvørgin tóktist vinna.

55. Sigmundur talar til sveinar sínar:
»Betur mugu vit stríða;
garpar mínir, fylgið mær,
eg skal á drekan stíga.«

56. Sigmundur leyp á drekan upp,
ellivu dreingir eltu,
møtti einum av Randvers monnum,
hann kleyv hann niður í beltið.

57. Tórir leyp á drekan upp,
fylgdur av dreingjum fýra,
møtti einum av Randvers monnum,
hann høgg hann av um svíra.

58. So var buldur innanborða,
sum sleggjur í smiðju dunka.
Randver og hann Sigmundur
teir møttust á miðjum bunka.

59. Sterkir royna stinnan alv,
hvørgin vildi dvína.
Sum hvirlur gjøgnum gjáarkjaft
so teirra brandar hvína.

60. Bardust teir á breiðum bunka
bæði hart og leingi.
Megi var í menjarbaldum,
fullvæl dugdu teir dreingir.

61. Sigmundur kundi vápnalist,
svørð og skjøld hann syfti,
floygdi tey í loftið upp
og millum hendur skifti.

62. Brandin brá í vinstru hond.
Randver ei tað vardi,
fótin av um kníggjalið,
og hann til heljar særdi.

63. Mælti tað Randver høvdingin,
hann fell á bunkan niður:
»Mangar havi eg rekkar roynt,
av øllum vann eg sigur.

64. Drívur nú blóð úr beini mínum,
sum vatnið rennur í løku;
voldi tað mær ein unglingi,
sum ei hevði hár á høku.

65. Alast á oyggjum aðrir slíkir,
verður tað Føroya heiður.
Missa má eg nú lív og ogn
og so mínar búnu skeiðir.«

66. »Mangir vaksa í Føroyum upp,
fimir til fóts og handar.
Eg skal taka títt gull og góðs,
brynjur og bitrar brandar.

67. Grem teg ikki um dreka tín;
eg kann honum fullvæl stýra.«
Sigmundur hjó eitt megnarhøgg,
so høvur fleyg av slíra.

68. Ræddir gjørdust Randvers menn,
teir skunda sær at flýggja.
Sigmundur ruddi skútur tvær,
undan ruku tríggjar.

69. Sigmundur fekk tann gylta dreka,
dreingjum væl tað líkar;
saman sigla snekkjur fimm,
tær stýra inn til Víkar.

70. Fagur er tann flotdrekin,
ið stýrir inn til strendur.
Frægur er tann høvdingin,
í lyftingini stendur.

(c) Dansifelagið í Havn